Øksl, mjadnar, stramma væl

13-09-2015

Endamálið við átakinum er at minna vaksin á at binda børnini rætt í trygdarbeltið í bilinum. Tá børn eru umleið 4 ár, fara tey úr barnastólinum og á bilpútu við stólabaki, sum skal brúkast, til tey eru í minsta lagi 135 cm sambært ferðslulógini. Tá eru mong umleið 10 ára gomul.

Soleiðis verður sungið í átaki hjá Trygd og Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum er at hoyra í útvarpsrásum komandi tvær vikurnar.

Átakið vendir sær til foreldur at børnum, sum sita á bilpútu. Endamálið við átakinum er at minna vaksin á at binda børnini rætt í trygdarbeltið í bilinum. Tá børn eru umleið 4 ár, fara tey úr barnastólinum og á bilpútu við stólabaki. Hesin skal, sambært ferðslulógini, brúkast, til tey eru í minsta lagi 135 cm. Tá eru mong umleið 10 ára gomul.

Norðurlendskar kanningar vísa, at millum 1/3 og helvtin av børnum í bili ikki sita rætt íbundin. Antin tí bilstólurin ella bilpútan ikki eru sett rætt í, ella tí foreldur ikki eru nóg hyggin at binda barnið rætt í. Kanningarnar vísa eisini, at vanligastu feilirnir eru, at trygdarbeltið liggur skeivt, tað vil siga undir armin, afturum bak ella á yvirarminum - ella at trygdarbeltið situr leyst. Harumframt at barnið situr í trygdarbelti, men uttan bilpútu.

“Tað er umráðandi, at børn sita trygg í bili. Tí vilja vit minna foreldur á nøkur einføld ráð, sum eru løtt at fylgja” greiðir Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd frá.

 “Hjá Trygd fegnast vit um, at vit við trimum einføldum ráðum kunnu stuðla RFF at vísa á, hvussu foreldur tryggja síni børn best í bilinum. Børn brúka bilpútu líka úr umleið 4 upp í umleið 10 ár, sum er long tíð," sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd

Løtt ráð

Tað er tíbetur rættiliga lætt at binda børnini rætt í. Trygd og Ferðslutrygd vilja við átakinum geva foreldrum trý góð ráð:

1. Trygdarbeltið skal liggja um mjadnarnar og skal strammast væl. Er beltið leyst, kann tað leggja seg um búkin, og tað er vandamikið í samanstoyti. Tá er stórur vandi fyri skaða á gøgn.

2. Trygdarbeltið skal liggja um økslina, og ikki aftur um bak ella undir armin. Liggur beltið ikki um økslina, verður kroppurin tveittur frameftir, um bilurin rennir á. Tá er stórur vandi fyri skaða á høvd og nakka.

3. Stramma beltið væl, tó sjálvsagt ikki so fast, at barnið fær ilt.

At minnast hesi ráð kann verða munurin millum lív og deyða.

Kapping á facebook

Sangurin, ‘Øksl, mjadnar, stramma væl, stramma væl’, verður at hoyra á útvarpsrásum, eins og lýsingar verða á portalum og í bløðunum. Harumframt verður kapping á Facebook frá 17. september, har til ber at svara spurningum um rætta íbinding. Vinningur er ein iPad mini. Luttak í kappingini her:  https://goo.gl/1IiTm4

Løgreglueftirlit samstundis

Samstundis sum átakið hjá Trygd og Ráðnum fyri Ferðslutrygd er sjónligt í miðlum, ger løgreglan kanningar av børnum í bili. 

 

Les meiri um trygga íbinding av børnum her.

 

 

 


« Aftur