Landsins 1. flokkar fáa súkkluhjálmar

28-08-2015

Næmingarnir í 1. flokki í Velbastaðar skúla vóru spentir í morgun, tá Ferðslutrygd vitjaði tey. Eins og undanfarin ár fáa landsins 1. flokkar súkkluhjálm.

Tey vóru hugagóð, tá Ferðslutrygd greiddi frá um hjálm, og hví hann er umráðandi at brúka, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli. Fleiri søgdu søgur um, tá tey høvdu brotið arm, fingur ella bein, at tá bar til at fáa tað í rættlag. Álvarsligari er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta.

Ávirkan á skaðar á høvur

Súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja, at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvdið. Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandin fyri skaðar á skalla, høvd og heila við upp í 50 %.

Hvussu virkar súkkluhjálmur?

Súkkluhjálmur virkar í fyrra lagi við at javna stoytin móti høvdinum yvir eina størri flatu. Í øðrum lagi forðar hann fyri, at hvassir lutir, so sum steinar ellar hvassir lutir á súkkluni, sleppa gjøgnum húðina ella skallan. Hetta kann minka ella forða skaða á heila og skalla.

Eins og undanfarin á verða hjálmarnir latnir landsins 1. floksnæmingum í samstarvi millum Tryggingarfelagið Føroyar, Trygd og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Innan tvær vikur eru hjálmarnir komnir til allar fólkaskúlar.


« Aftur