Børn í Kvívíkar skúla fáa endurskin

09-10-2015

​Myrka tíðin er nú byrjað, og stundir eru at finna fram endurskinini. Eisini við gøtuljósi er neyðugt at brúka endurskin.

Á hvørjum ári lata Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd øllum børnum, sum eru byrjað í skúla, ein endurskinsvest. Í dag vitjaði Ferðslutrygd 1. flokk í Kvívíkar skúla, tá tey fingu endurskinsvestarnar. Sólin skein oman og niðan. Børnini vóru røsk at greiða frá, hvørjar tankar tey hava um ferðslu og hvørjum ansast skal eftir.

Endurskin síggjast 140 metur burturfrá

Ofta halda fólk, at síggja tey bilin, sær bilførarin tey. Men hetta er ikki rætt. Í myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu uttan endurskin. Uttan endurskin eru fólk nústani sjónlig, tá bilurin er 25-30 metur burturfrá, meðan tey við endurskini eru sjónlig 140 metur burturfrá, og hetta er tá bilurin brúkar nærljós. Koyrir bilurin 50 km/t, hevur bilførarin 10 sekund at taka hædd fyri fólki í endurskini, meðan hann hevur 2 sekund, um fólk ikki eru í endurskini – og tað kann vera munurin millum lív og deyða.

Norsk kanning vísir, at tú minkar vandan fyri at verða árend/ur í myrkri við 85%, um tú brúkar endurskin.

Endurskin eiga at hanga í knæhædd. Les meira um endurskin her


« Aftur