Summir menn koma ov tíðliga – aðrir koma ordiliga

15-10-2015

Soleiðis ljóðar áheitanin í átaki frá Ferðslutrygd og Tryggingarfelagnum Føroyum, sum skal fáa ungar bilførarar at halda hámarksferðina. Vit vita, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr ella fær álvarsligan skaða.

Filmur á sosialum miðlum

Í átakinum síggja vit ungan mann í flottum bili. Ein dreymamaður. Bæði hann og bilurin hava alla røttu útgerðina. Hann freistast tó ikki at trýsta ov hart á spitaran. Framvið honum fer ein bilur fyri og annar eftir við vøkrum gentum, sum hyggja langtandi eftir hinum hóvliga. Endin er kanska óvæntaður: Í eygunum á gentunum er tann hóvligi hetjan fram um teir, sum koyra ov skjótt. Sí filmin her.

Filmurin, sum er ætlaður 18-24 ára gomlum ungum, er at síggja á internetinum og í biografum.

Janus Rasmussen, kendur frá Byrta, hevur framleitt nýggja tónleikin til filmin.

32 % siga seg halda hámarksferðina

Longu tá koyrt verður 10 km/t skjótari enn hámarksferðina, økist vandin at doyggja í samanstoyti munandi. Gallupkanning frá apríl í ár, vísir, at stórur partur av føroyingum fara lætt um hámarksferðina. Bert 32 % siga seg vanliga koyra 80 km/t á landsvegi. Restin sigur seg vanliga koyra skjótari: 53 % siga seg vanliga koyra 90 km/t, meðan 13 % siga seg vanliga koyra 100 km/t.

Ung koyra í stóran mun ov skjótt

Millum 18-24 ára gomul, siga 19 % seg halda hámarksferina, meðan bert 15 % av 25-49 ára gomlum gera tað. Millum fólk í fimtiárunum eru 34 % sum siga seg halda hámarksferðina. Ikki fyrr enn millum tey sum eru 60 ár og eldri, er tað fjøldin, tað vil siga 65 %, sum sigur seg halda halda seg til teir 80 km/t.

Føroyingar vilja hava økt politieftirlit og sjálvvirkandi eftirlit

Spurd, hvat føroyingar halda skal til, fyri at fáa teir at halda hámarksferðina, vísir gallupkanningin, at á 1. plássi liggur meiri politieftirlit, hetta svara 30 %. Næstan líka nógv, 27 %, svara, at sjálvvirkandi eftirlit, har mynd verður tikin, er besti hátturin. Á 3. plassi við 19 %, liggur hægri bót til ferðsyndarar.

Tí er tað ein stórur bati at seta ferðina eitt sindur niður

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Menniskansligir feilir liggja aftanfyri næstan allar deyðsvanlukkur á vegunum, vísa útlendskar kanningar. Hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum. Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina. Fyri flestøll okkara merkir tað bert at seta ferðina eitt lítið sindur niður. Gera øll tað, ger tað stóran mun:

  • Halt hámarksferðina í góðum líkindum
  • Set ferðina hóskandi niður, tá líkindini eru ivasom
  • Hav atlit fyri øðrum í ferðsluni
  • Legg uppí, um tú ert ferðafólk, har koyrt verður ov skjótt.

Filmur fyri eldri í næstum

Hesin filmurin er fyrri partur av átakinum, sum skal fáa føroyingar at halda hámarksferðian. Seinni filmurin vendir sær til føroyingar 25 ár og upp. Hesin kemur um tvær vikur.

Les meiri um Gallupkanningina og samanhangin millum ferð og deyðsvanlukkur og um ferð í ferðsluni.

Løgreglan ger ferðkanningar, meðan átakið er.


« Aftur