Tak lyklarnar frá tínum fulla vini

27-11-2015

Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi.

Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Nú mong hugna sær til jólaborðhaldini kring landið við góðum mati og drekka, kunnu koma støður, har fólk koyra ávirkað.

Eins og í fjør samstarva Føroya Bjór og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at byrgja fyri rúsdrekkakoyring. Átakið í ár verður á útvarpsrásum og á internetinum. Fólk verða eggjað til at leggja uppí, um tey varnast, at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað.

Vís kærleika – legg uppí

Greitt er, at menn í størri mun enn kvinnur koyra við ov høgari promillu. Hetta verður víst við mynd av einum, ið hevur tikið billyklarnar frá vinmanninum. Boðskapurin er, at tað er umsorgan at forða rúsdrekkakoyring – eingin vil sínum vini so illa, at hann koyrir ávirkaður.

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Føroya Bjór í samstarvi

“Hóast vit eru veitarar av rúsdrekka, vilja vit taka sosiala ábyrgd. Fyri okkara viðkomandi vóna vit at kunna vera við til at seta ferðslutrygd á dagsskrá. Rúsdrekkakoyring eiga vit altíð at fyribyrgja. Tað halda vit okkum gera væl við hesum samstarvinum við Ráðið fyri Ferðslutrygd nú annað árið,” sigur Sophus E. Dal Christiansen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór.

Eisini Ferðslutrygd fegnast um samstarvið: “Føroya Bjór er ein natúrligur samstarvsfelagi, tá tað snýr seg um rúsdrekkakoyring, og vit fegnast mikið um, at tey aftur í ár vilja standa við okkara lið í átakinum,” sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Soleiðis leggja vit uppí

Kanningar vísa, at nógv tey flestu sótu saman við øðrum og drukku, áðrenn tey koyrdu ávirkað. Tað kann tó vera trupult at leggja uppí og steðga einum at seta seg við róðrið. Tí er skilagott at avtala ferðina heim, tá veitslan byrjar, so sleppast kann undan pínligum støðum. Við átakinum vilja Føroya Bjór og Ráðið fyri Ferðslutrygd tí:

  1. ávirka fólk, sum kundu umhugsað at koyrt, tá tey hava smakkað sær á
  2. minna vinfólk, familju og starvsfelagar á at leggja uppí, um onkur ætlar at koyra ávirkað/ur.
  3. gera vart við, at tað er umsorgan at leggja uppí

Løgreglan ger rúsdrekkakanningar, meðan átakið er. 


« Aftur