SUPERNOVA vøkur endurskin

03-11-2017

Saman við Betri Trygging hava vit fingið framleitt nýtt slag av endurskini, sum vit kalla SUPERNOVA.

Vit hava kannað gjølla - millum annað við fokusbólki - hvat ungdólk halda skal til, fyri at tey skulu tíma at brúka endurskin. Úrslitið frá hesum kanningum gjørdist fýra rundar brosjura í svørtum, hvítum, gráum og skríggjandi gulum liti, sum vit rópa Supernova. 

Ætlanin við Supernova er at fáa fleiri at brúka endurskin. Supernovu-endurskin eru øðrvísi prýðilig, samstundis sum tey gera fólk til gongu sjónlig í myrkri.

 

Gurilla hevur sniðgivið ársins Supernova

Unga listakvinnan og grafiski sniðgivin, Guðrið Syderbø, hevur sniðgivið og sett dám á Supernovu. Guðrið virkar ofta undir listanavninum, Gurilla, og starvast dagliga sum grafikari. Men hon er eisini kend kend fyri forkunnugu plakatir sínar, ið hon hevur sýnt fram á listaframsýningum. Hon hevur sniðgivið tey fýra postkortini, ið supernovu-endurskinini eru fest á. Talan er um brossjur við nál, sum kunnu festast á jakkar ella buksur, so tú sæst í vetrarmyrkrinum.

Send Supernova sum postkort

Ein supernova er ein stjørna, sum brestur. Ljósið frá eini supernovu lýsir klárt og sæst langt frá. Tað sama ger eitt endurskin. Eins og ein supernova, ið sendir sítt bjarta ljós ígjøgnum eina heila stjørnubreyt, ber eisini til hjá tær at senda ársins Supernovuendurskin við postinum til ein vin, sum tey ynskja skal síggjast væl í ferðsluni og føroyska vetrarmyrkrinum. Skriva navn og bústað á kortið og koyr í postkassan - tað er ókeypis.

Mynd av baksíðu.

 

Móti í myrkri – Mótaframsýning í parkeringskjallarunum í SMS
18. oktober varð skipað fyri øðrvísi mótaframsýning í SMS við nýggja vetramótanum frá handlunum í SMS sett saman við nýggju endurskininum. Hetta fyri at vísa, hvussu tey kunnu nýta nýggju endurskinini sum accessory ella tilhoyr til klæðir.

Allur parkeringskjallarin í SMS var myrkalagdur, og kjallaragólvið varð eitt langt catwalk. Billyktirnar frá einum bili var einasta ljóskeldan til framsýningina. Antony Charles diskaði. Aftaná mótaframsýningina var ókeypis goodie-bag og okkurt til matna. Eini 3-400 ungfólk høvdu leitað sær í p-kjallaran í SMS. Lýst varð við mótasýningini á Instagram.

 

'Limited edition' mótablað

Somuleiðis hevur víðakendi myndamaðurin Benjamin Rasmussen tikið myndirnar til átakið, samstundis sum eitt mótablað í avmarkaðari nøgd er prentað við vørku myndunum hjá Benjamini av Supernovaendurskininum. Hetta mótablaðið verður tiltaks á somu støðum sum endurskinini eru tiltaks. Sí mótablaðið her.

Sjálvt átakið fer ikki at vera serliga sjónligt í siðbundu miðlunum, tí har eru tey ungu ikki longur. Hinvegin verður átakið fyri tað mesta virkið á Instragram, Snapchat og á Facebook síðunum hjá Betri Ung og Betri Tannár. 

 

Supernova kring landið

Supernova fæst ókeypis í avmarkaðari nøgd her:

 

Tórshavn:

Vero Moda, Skálkur, Sportigan, Bob and Marilyn’s Suitcase, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Ungdómsdeildin hjá Betri í Sverrisgøtu

Saltangará: Vero Moda, Skálkur, Sportigan og Betri

Klaksvík: JAP, Cheap og Betri

Vágar: Sorella og Betri í Miðvági

Sandoy: Lonin í Skopun og Betri á Sandi

Suðuroy: Toystovan í Vági og Betri á Tvøroyri


« Aftur