Hjálmar til 1. floksnæmingar

26-08-2017

Næmingarnir í 1. flokki í Hósvíkar skúla vóru spentir í morgun, tá Ferðslutrygd vitjaði tey.

Tey vóru hugagóð, tá vit greiddu frá um hjálm, og hví hann skal vera á høvdinum, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli. Fleiri søgdu søgur um, tá tey høvdu fingið skaða í bein ellar arm, tá tey vóru dottin, og at tá bar til at fáa tað í rættlag. Verri er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta.

Súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja, at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvdið. Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandin fyri skaðar á skalla, høvd og heila munandi. 

Súkkluhjálmur virkar í fyrra lagi við at javna stoytin móti høvdinum yvir eina størri flatu. Í øðrum lagi forðar hann fyri, at hvassir lutir, so sum steinar ellar hvassir lutir á súkkluni, sleppa gjøgnum húðina ella skallan. Hetta kann minka ella forða skaða á heila og skalla. 

Eins og undanfarin á verða hjálmarnir latnir 1. floksnæmingum í samstarvi millum Trygd, Betri og Ráðið fyri Ferðslutrygd.
 


« Aftur