Steðga rúskoyring

23-11-2017

Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd minna aftur føroyingar á at steðga rúskoyring. Ein skeiv avgerð kann broyta nógv, og øll kunnu vit gera mun. Umframt sjálvandi bilførarar, kunnu tey, sum eru rundan um, eisini gera sítt til at forða øðrum at seta seg við róðrið við promillum. Politiið ger rúskanningar í meðan átakið er.

Fá plakatir, klisturmerki og tatoveringar

Tað kann vera trupult at finna høvi at steðga øðrum at koyra ávirkað. Og tað kann kennast pínligt at leggja seg útí. Ein máti er at fáa plakatir, klisturmerki og tatoveringar frá Ferðslutrygd á rff@rff.fo ella við at ringja 220064. Soleiðis verður mint á rúskoyring, eins og tað er høvi at taka tað upp og forða tí, um onkur ætlar sær at koyra ávirkaður. Eisini ber til at prenta út A4-plakatir av rff.fo, har eisini fíla er tøk til skíggjar. Trýst: her.

- Endamálið hjá Ferðslutrygd og Trygd við hesum átaki er í fyrra lagi at venda okkum til rúskoyrararnar, men líka so nógv at eggja teimum rundanum, og fáa hesi at steðga honum ella henni at koyra, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ferðslutrygd. 


« Aftur