Hvar eru tankarnar, tá tú koyrir bil?

02-01-2018

Komandi tvær vikurnar minna vit bilførarar á at hugsavna seg um at koyra, tá teir sita við róðrið.

Útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er partur av 3. hvørjari deyðsvanlukku í ferðsluni, og vit hava neyvan orsøk at halda, at tað er munandi øðrvísi í Føroyum.

 

Gáloysni í ferðsluni er alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS
  • tú innstillar útvarp ella tónleik
  • tú tekur okkurt upp av gólvinum
  • tú etur, drekkur ella roykir
  • tínir tankar eru aðrastaðni

 

Vandin fyri vanlukku veksur munandi, tí tú reagerar seinni, eisini í óvæntaðum støðum.

 

- Gáar tú ikki um ferðsluna í fá sekund, kan tað til dømis hava við sær, at tú kemur í mótkoyrandi koyribreyt ella ikki gevur tær far um onnur í ferðsluni. Hesum vilja vit byrgja fyri við átakinum, "5 sekund = 111 metrar við 80 km/t". 111 metrar er nevniliga teinurin, ið tú koyrir í blindum, um tú hyggur burtur í 5 sekund við 80 km/t. Endamálið er at fáa bilførarar at hugsavna seg um koyriuppgávuna og at minka um talið á vanlukkum orsakað av gáloysni, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er. Saman vilja Ráðið fyri Ferðslutrygd og politiið fyribyrgja óhappum og vanlukkum sum standast av gáloysni.

 

Føroyingar um gáloysni

Stórur partur av okkum er greið um vandan og hugsavna okkum um koyringina. 85% halda, at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið á álvarsligum ferðsluvanlukkum, vísir kanning, sum RFF læt gera av Gallup, frá november í fjør. Størri parturin sigur seg heldur ikki brúka handhildna fartelefon við róðrið. Gáloysni í ferðsluni kann vera orsakað av fleiri umstøðum, men lítil ivi er um, at fartelefonin er ein av syndarunum. Nýggja gallupkanningin vísir, at:

- 24% siga seg javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálv koyra bil

- 11% siga seg javnan skriva ella lesa sms, meðan tey sjálv koyra bil

- 21% siga seg seinastu 12 mánaðirnar hava verið um at sovna, tá tey sjálv hava koyrt

- Tað hevur stóran týdning, tá okkara tankar eru alla møguliga aðra staðni enn í ferðsluni. Tú kanst sjálvandi ikki lata vera at hugsa, tá tú situr við róðrið, men tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hevur við sær vanlukku við álvarsligum avleiðingum, sigur Brynhild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. 


« Aftur