Fótbóltsleikarar í trygdarbeltum

15-08-2014

Komandi vikurnar fara fótbóltsleikarar í fýra liðum í Effodeildini at leika í troyggjum við trydarbelti á – talan er um Skála, KÍ, B36 og Víking. Endamálið er at varpa ljós á týdningin av trygdarbeltum. Tó at ásett varð við lóg í 1986, at øll skulu koyra íbundin trygdarbelti, er hetta alsamt ein avbjóðing í ferðsluni.

Komandi vikurnar fara fótbóltsleikarar í fýra liðum í Effodeildini at leika í troyggjum við trydarbelti á – talan er um Skála, KÍ, B36 og Víking. Endamálið er at varpa ljós á týdningin av trygdarbeltum.

Tó at ásett varð við lóg í 1986, at øll skulu koyra íbundin trygdarbelti, er hetta alsamt ein avbjóðing í ferðsluni.  Mett verður, at umleið helmingurin av teimum, sum eru deyð í ferðsluni síðan tá og ikki nýttu trygdarbelti ella fallhjálm (56 fólk til 2012), høvdu komið frá vanlukkuni við lívinum, varð belti/hjálmur nýtt/ur. Her er talan um mong lív í einum lítlum landi.

Ráðið fyri Ferðslutrygd virkar fyri at gera ferðsluna tryggari við at betra um ferðsluvanarnar við upplýsing, undirvísing og landsfevnandi átøkum. Hetta átakið er samstarv millum Tryggingarfelagið Føroyar, Fótbóltssamband Føroya og Ferðslutrygd.

Lið kring landið

Tað verða liðini Skála, KÍ, Víkingur og B36 sum í ár bera trygdarbelti á bringuni. Í sambandi við átakið hevur Ráðið vitjað liðini og greitt frá um týdningin av trygdarbelti  fyri trygdina í ferðsluni. Trygdarbelti kann lættliga vera munurin millum lív og deyða.

Eisini fingu leikararnir høvi at royna simulatorarnar, Gøll og Hvølvus, har teir kendu máttin hjá trygdarbeltinum í einum bráðsteðgi við 10 km/t, og hvussu tað er at bólta runt í einum akfari, eins og teir lærdu at loysa trygdarbeltið á rættan hátt, tá bilurin støðgar á takinum.

Umframt at átakið verður sjónligt á føroysku fótbóltsvøllunum, verður átakið við trygdarbeltum eisini sjónligt í sosialum miðlum komandi vikurnar.


« Aftur