Einir skógvar fyri hvønn ferðsludeyðan føroying

08-07-2014

Í ár verður Minningardagurin sjónligur aðrastaðni enn í vegjaðaranum. 281 pør av skóm verða nevniliga sett á torgið í SMS: Einir skógvar fyri hvønn mann, hvørja kvinnu og hvørt barn, sum eru deyð í ferðsluni síðani tann fyrsti doyði í ferðsluni í 1928. Átakið er skipað í samstarvi millum Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Í ár verður Minningardagurin sjónligur aðrastaðni enn í vegjaðaranum. 281 pør av skóm verða nevniliga sett á torgið í SMS: Einir skógvar fyri hvønn mann, hvørja kvinnu og hvørt barn, sum eru deyð í ferðsluni síðani tann fyrsti doyði í ferðsluni í 1928. Átakið er skipað í samstarvi millum Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd. Sí livandi myndir her: http://www.youtube.com/watch?v=1RF5WIrsNjk&feature=youtu.be

Endamál við skóm 

Framsýningin er sett upp fyri at styrkja tann boðskapin sum liggur í hesum minningardegnum: Í fyrra lagi at steðga deyðstalinum, sum nú er heilt uppi á 281, og av hesum eru 100 børn yngri enn 18 ár. Vit vilja fyribyrgja, at fleiri vanlukkur henda. Ráðið og Tryggingarfelagið Føroyar meta hetta eisini vera ein stillføran og siðiligan hátt at minnast tey, vit mistu.

Skal ikki tigast burtur

Ferðsludeyði er makabur og ræðuligur – hann verður ongantíð annað enn meiningsleysur. Og tað skal ikki tigast burtur. Tað er umráðandi, at vit seta orð á tað. Vit skulu tosa um, hvussu tað verður fyribyrgt – og upplýsa, hvussu tú og eg kunnu geva okkara íkast at steðga deyðstalinum.

Hvat kann okkara íkast vera?

Flestallar ferðsluvanlukkur eru orsakaðar av menniskjasligum feilum. Boskapur Ráðsins og Tryggingarfelagsins er, at øll kunnu geva sítt íkast at steðga deyðstalinum:

  • Um øll halda hámarksferðina og koyra eftir umstøðunum
  • Um eingin koyrir eftir at hava smakkað sær á
  • Um øll brúka trygdarbelti
  • Og um øll hugsavna seg um at koyra bil, heldur enn til dømis at sita í fartelefonini – so hava vit øll gjørt heilt stóran mun.

Ikki skógvar hjá teim deyðu

Skógvarnir eru keyptir frá Reyða Krossi, Bláa krossi og ymiskum loppimarknaðum av Tryggingarfelagnum Føroyar. Vit hava gjørt okkum ómak at keypa skógvar, sum ímynda aldur og kyn hjá teimum, sum vit mistu í ferðsluni.


« Aftur