"Tú skalt í handan selan!"

18-09-2013

Annar filmurin í røðini, Ránið, er nú á netinum. Evnið hesaferð er trygdarbelti. Vit vita, at umleið helvtin av teimum sum doyggja í ferðsluni høvdu verið á lívi, um tey brúktu trygdarbelti – hetta vísa bæði føroysk og útlendsk hagtøl. Við filminum, ’The Click’ vil Ráðið fyri Ferðslutrygd saman við Tryggingarfelagnum Føroyar økja tilvitskuna hjá ungfólki at bera seg rætt at í ferðsluni.

Annar filmurin í røðini, Ránið, er nú á netinum. Evnið hesaferð er trygdarbelti. Vit vita, at umleið helvtin av teimum sum doyggja í ferðsluni høvdu verið á lívi, um tey brúktu trygdarbelti – hetta vísa bæði føroysk og útlendsk hagtøl. Við filminum, ’The Click’ vil Ráðið fyri Ferðslutrygd saman við Tryggingarfelagnum Føroyar økja tilvitskuna hjá ungfólki at bera seg rætt at í ferðsluni.

Ránsmenn í gekkaskortum
Leikararnir í filminum eru eisini hesaferð fýra ránsmenn í gekkaskortum, sum hava ilt við at sleppa undan løgregluni, tí ein teirra megnar ikki at bera seg rætt at í ferðsluni.
Hesin stuttfilmurin snýr seg um, at situr tú í bili, mást tú vera íbundin trygdarbelti. Men boðskapurin, sum er líka týðandi er, at sært tú ein annan í bilinum, sum ikki er íbundin, eigur tú at minna hendan á at binda seg í.

Stuttfilmurin verður bara vístur í HavnarBio, á facebooksíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og á Youtube.

Meðan átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er, ger Løgreglan eisini kanningar av nýtsluni av trygdarbeltum – bæði í persónbilum og í bussum.

Trygdarbelti alsamt týðandi boðskapur
Málbólkurin í hesum átaki eru føroyingar í aldursbókinum 15-24 ár. Vit vita, at tað í størri mun eru menn, sum láta lív, so filmarnir eru í fyrstu atløgu gjørdir til ungar menn. Harumframt til javngamlar kvinnur, sum ávirka teir og mótmæla, um teir ætla at koyra.

Ilt er at siga, hvussu mong brúka trygdarbelti í Føroyum. Men ein hugburðskanning, sum varð gjørd á vári 2010 vísti, at Føroyar liggja lægst í Norðurlondum, tá vit verða spurd, um vit altíð brúka bilbelti. Hetta ræður bæði fyri forsetur, baksetur og fyri buss, har vit liggja á ávikavist 87%, 66% og 34%.

Vandamestu árini í ferðsluni 15-24 ár
Vit vita, at 10 tey vandamestu árini í menniskalívi í ferðsluni eru frá 15-24 ár. Ferðsla hevur 1. pláss sum deyðsorsøk hjá fólki í aldrinum 15-24 ár, vísa utlendskar kanningar.

Tað eru fleiri orsøkir til at ung – og serstakliga menn – eru yvirumboðað í ferðsluvanlukkum: Tað fyrsta er, at teir partarnir av heilanum, sum stýra impulsum og upplýsingum, tað vil siga at hugsa áðrenn ein handlar, ikki eru liðugt mentir, tá vit eru 18. Tí yvirmeta ung ofta tað sum tey megna, og undirmeta vandastøður og taka fleiri kjansir. Tey uppliva ikki bilin sum eitt ábært stað, men heldur sum eitt frístað, har tey hava tíð og rúm bara vera seg sjálvi.

Ung hava avmarkaðar royndir sum bilførarar. Hetta merkir, at tey kunnu feilmeta støðuna í ferðsluni. Hendan samansetingin at vera fúsur at taka kjansir í ferðsluni, samstundis sum mann hevur avmarkaðar royndir sum bilførari, kann vera ein álvarslig støða, har tað kann ganga galið. Tað vilja vit fyribyrjga við hesum átakinum.

Tann seinasti filmurin í hesi stuttrøð hjá Ferðslutrygd og Tryggingarfelagnm Føroyar, sum fer at snúgva seg um gáloysni í ferðsluni, kemur í oktober.


« Aftur