Vel røttu síðuna

19-05-2013

Vel røttu síðuna’ er átak um ferð, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd skipa fyri í tíðarskeiðnum 20. mai – 2. juni 2013. Orsøkin til átakið er, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr. Endamál við átaki Yvirskipaða málið við átakinum er at minka talið av deyðum og álvarsliga skaddum í ferðsluni. Málið er samstundis at vaksandi partur av føroyingum halda hámarksferðina og gerast tilvitaðir um vandan í at koyra ov skjótt. Harumframt at tað ikki verður góðtikið millum manna at koyra ov skjótt.

Vel røttu síðuna’ er átak um ferð, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd skipa fyri í tíðarskeiðnum 20. mai – 2. juni 2013.

Orsøkin til átakið er, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr.

Endamál við átaki

Yvirskipaða málið við átakinum er at minka talið av deyðum og álvarsliga skaddum í ferðsluni. Málið er samstundis at vaksandi partur av føroyingum halda hámarksferðina og gerast tilvitaðir um vandan í at koyra ov skjótt. Harumframt at tað ikki verður góðtikið millum manna at koyra ov skjótt.

Innihald í átaki

Í átakinum verðir greitt frá, at ferðin bert skal eitt vet upp um hámarkið, til at vandin fyri at doyggja økist munandi: Koyrir tú 80 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doygga 30%. Koyrir tú harafturímóti 90 km/t og rennir frontalt á, er vandin fyri at doyggja heili 70%. Les meiri um samanhangin millum ferð og deyðsvanlukkur her.

Átakið er sjónligt í miðlunum, og føroyingar kenna átakið aftur frá í fjør. Í tveimum sjónvarpslýsingum greiða kvinna og maður frá vandanum í at koyra eitt sindur skjótari enn hámarksferðina. Lýsingar verða eisini í útvarpinum, tá mong eru ávegis til og frá arbeiði. Harumframt verða lýsingar í bløðunum, á portalum og á facebook-síðunum hjá RFF og Trygd.

Boðskapurin er at fáa bilførarar at velja røttu síðuna av hámarksferðini. Hetta er ein greiður boðskapur, sum tey flestu skilja. Í átakinum liggur høvuðsdentur á 80 km/t-vegi, tí flest vanlukkur við álvarsliga skaddum og deyðum eru á hesum vegum.

Málbólkur

Málbólkur eru tey mongu vanligu fólkini, sum vilja koyra ábyrgdarfult og halda seg gera tað. Hugburðurin í málbólkinum er ofta, at einir 10 km/t yvir hámarksferðina er ikki ov skjótt, og tað kennist als ikki vandamikið.

Hví koyra vit eitt sindur ov skjótt?

Eisini fólk, sum meta seg sum ábyrgdarfullar bilførarar koyra viðhvørt ov skjótt. Teirra royndir vísa, at tað gongur fínt. Ofta meta vit tað vandaleyst, tí :

• Vit hava avmarkaða vitan um avleiðingarnar

• ’Øll’ koyra ov skjótt

• Bilarnir og vegirnir gerast betri og betri

• Fjølmiðlar og fólk flest hava størri fokus á tey, sum koyra alt ov skjótt

Eftir øllum at døma er tað góðtikið í millum manna at koyra eitt sindur ov skjótt. 

Hugburður í framtíðini

Við hesum og framtíðar átøkum um ferð, arbeiðir Ráðið fyri Ferðslutrygd fram ímóti, at hugburður føroyinga til ferð verður hesin:

• Við at koyra eitt sindur yvir hámarksferðina seti eg bæði meg sjálva/n og onnur í munandi størri vanda, enn um eg haldi hámarksferðina.

• Mín ferð er í allar mátar mín ábyrgd.


« Aftur