Vinir lova ikki vinum at koyra skít

15-11-2012

’Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ er átak at byrgja fyri rúsdrekkakoyring, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri í tíðarskeiðnum 15. november – 1. desember 2012. Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Við hesum átaki vilja vit fara eitt stig víðari og eggja fólki til at leggja seg útí, um tey varnast at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað.

’Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ er átak at byrgja fyri rúsdrekkakoyring, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri í tíðarskeiðnum 15. november – 1. desember 2012.

Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Við hesum átaki vilja vit fara eitt stig víðari og eggja fólki til at leggja seg útí, um tey varnast at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað.

Rúsdrekkakoyring ein vandi í ferðsluni

Tó at tey flestu ikki vilja verða flokkað sum rúsdrekkakoyrarar, eru tað ikki øll, sum megna at liva upp til hetta. Hugburðurin tykist tó vera batnaður, síðani promillumarkið í 2009 varð sett niður í 0,2 og revsingin varð herd.

Gallup: Fá siga seg koyra við promillu yvir 0,2

Í Gallupkanning í juni í ár vórðu stívliga 500 føroyingar spurdir, hvussu ofta teir høvdu koyrt við eini promillu hægri enn 0,2. Her svaraðu 94% 'Ongantíð', meðan 3% svaraðu eina ferð um árið ella sjáldnari, 1% eina ferð um hálvárið og 1% eina ferð um mánaðin. Tað eru sostatt lutfalsliga fá, sum – hóast ónevnd - siga seg koyra við ov høgari promillu. Samanbera vit hetta við svarið hjá føroyingum, tá tað kemur til at koyra skjótari enn hámarksferðina, er søgan ein heilt onnur - her siga bert 15 av føroyingum seg ongantíð koyra skjótari enn hámarksferðina. Hetta vísir, at fólk hava lætt við at viðganga seg at bróta hámarksferðina, meðan støðan er hin øvuta, tá tað kemur til at bróta promillumarkið.

Donsk kanning vísir sama rák, at fjøldin tekur frástøðu frá rúsdrekkakoyring og at nærum eingin vil vera eyðkendur sum ein, ið koyrir ávirkaður. Andsøgnin í somu kanning er, at rúsdrekkavanlukkur í Danmark framvegis telja fyri umleið 1/5 av øllum vanlukkum. Av teimum, sum doyggja í ferðsluni í Danmark, er 4. hvør í rúsdrekkavanlukku.

Endamál við átaki

Yvirskipaða málið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er at minka talið av deyðum og álvarsliga skaddum í ferðsluni við at betra um vanar okkara í ferðsluni. Málið við hesum átaki er at minka talið av rúsdrekkavanlukkum. Hetta til jóla eru jólagildi kring landið, har vit hugna okkum við góðari samveru, mati og drekka. Átakið, ‘Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ skal tí senda veitslugestir trygt heim frá jólagildum. Við átakinum vil Ráðið fyri Ferðslutrygd tí:

  1. ávirka fólk, sum kundu umhugsað at koyrt, tá tey hava smakkað sær á
  2. minna vinfólk, familju og starvsfelagar rundan um tann ávirkaða á at leggja seg út í støðuna, um onkur ætlar at koyra ávirkað/ur.
  3. gera vart við, at tað er umsorgan at leggja seg út í – eingin vil sínum næsta so illa, at hann gerst rúsdrekkakoyrari.

Vinir lova ikki vinum at koyra skít

Kanningar vísa, at nógv tey flestu, sótu saman við øðrum og drukku, áðrenn tey koyrdu ávirkað. Men tað kann vera trupult at leggja seg útí og steðga einum at seta seg handan róðrið. Tí er skilagott at avtala ferðina heim, tá veitslan byrjar, so sleppast kann undan pínligum støðum. Við átakinum vil ráðið hava fólk at steðga sínum medmenniskjum at koyra ávirkað við hesum ráðum:

Fyribyrg - Soleiðis koma tú og tínir vinir trygt heim:

• Avtala áðrenn veitsluna, hvør koyrir heim

• Ert tú vertur, bjóða eisini drykkir uttan alkohol til tey, ið ætla at koyra

• Skipa fyri flutningi heim til gestir ella bjóða teimum at gista

Legg teg útí - Soleiðis steðgar tú tínum ávirkaða vini at koyra:

• Sig at tær dámar illa, at hann/hon koyrir

• Royn at tosa hann/hana frá at koyra og tak møguliga lyklarnar

• Fá onnur at at hjálpar tær at tosa hann/hana frá

• Ring eftir hýruvogni og læn honum/henni møguliga pening at gjalda

• Bjóða gisting

• Bjóða tær at koyra, um tú ikki hevur drukkið

• Um hann/hon kortini koyrir – ring til politiið á 112

Innihald í átaki

  1. Lýsing á portal.fo 15. november – 1. desember.
  2. Facebook, lýsing og virksemi 15. november – 31. desember.
  3. Skelti verða latin landsins skeinkistøðum at heingja upp.
  4. Plakat (A4) við boðskapinum, ‘Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ at nýta til skúlaveitslur, jólagildi og privatar veitslur. Kann takast niður av www.ferdslutrygd.fo

Málbólkur

Átakið vendir sær bæði til hvønn einstakan rúsdrekkakoyrara og hansara umhvørvi. Tað vil siga tey, sum eru saman við tí ávirkaða, áðrenn hann ella hon setur seg inn í bilin og koyrir.

Hugburður í framtíðini

Við hesum og framtíðar átøkum um rúsdrekka, arbeiðir Ráðið fyri Ferðslutrygd fram ímóti, at hugburður føroyinga til rúsdrekka í ferðsluni verður hesin:

  • Havi eg smakkað mær á, koyri eg ikki bil. Longu tá eg havi drukkið eitt lítið sindur, ávirkar hetta likam og sansir, sum eisini ávirka evnini at koyra bil.
  • Eingin eigur vinir at missa. Varnist eg ein, ið ætlar at koyra bil ávirkaður, leggi eg útí at forða hesum.


« Aftur