"Tú kanst ikki koyra bil, tá tú hevur drukkið, tín ged!"

08-07-2013

Ungfólk eru yvirumboðað í ferðsluvanlukkum. Tey eru lutfalsliga fá í ferðsluni, men standa fyri einum stórum parti av vanlukkunum – bæði sum offur, men eisini sum partur av vanlukkum, har tað gongur út yvir onnur. Við trimum øðrvísi viralum stuttfilmum undir samlaða heitinum ’Ránið’, vil Ráðið fyri Ferðslutrygd saman við Tryggingarfelagnum Føroyar økja tilvitskuna hjá ungfólki at bera seg rætt at í ferðsluni.

Ránsmenn í gekkaskortum

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar latið gjørt tríggjar stuttfilmar. Talan er um stuttfilmar, sum bara vera at síggja í biografi og á internetinum, tí tað eru miðlarnir, sum ung í Føroyum brúka mest.

Fyrsti stuttfilmurin snýr seg um, at tú ikki kanst koyra bil, um tú hevur drukkið. Filmarnir snúgva seg um fýra ránsmenn í gekkaskortum, sum hava trupulleika at sleppa undan løgregluni, tí ein teirra megnar ikki at bera seg rætt at í ferðsluni. Hann kann síggjast á facebookbólkinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og á youtube undir ’Ránið’.

Málbólkurin eru føroyingar í aldursbókinum 15-24 ár. Vit vita, at tað í størri mun eru menn, sum láta lív, so filmarnir eru í fyrstu atløgu gjørdir til ungar menn. Harumframt til javngamlar kvinnur, sum ávirka teir og mótmæla, um teir ætla at koyra.

Filmarnir eru skemtiligir og munandi øðrvísi enn hvat við eru von við í Føroyum. Her er eingin fremstifingur at hóma í boðskapinum – í staðin tosar filmurin sítt egna mál, ið ungdómurin skilur.

Vandamestu árini í ferðsluni 15-24 ár 

Vit vita, at 10 tey vandamestu árini í menniskalívi í ferðsluni eru frá 15-24 ár. Ferðsla hevur 1. pláss sum deyðsorsøk hjá fólki í aldrinum 15-24 ár, vísa utlendskar kanningar.

Tað eru fleiri orsøkir til at ung – og serstakliga menn – eru yvirumboðað í ferðsluvanlukkum: Tað fyrsta er, at teir partarnir av heilanum, sum stýra impulsum og upplýsingum, tað vil siga at hugsa áðrenn ein handlar, ikki eru liðugt mentir, tá vit eru 18. Tí yvirmeta ung ofta tað sum tey megna, og undirmeta vandastøður og taka fleiri kjansir. Tey uppliva ikki bilin sum eitt ábært stað, men heldur sum eitt frístað, har tey hava tið og rúm bara vera seg sjálvi.

Ung hava avmarkaðar royndir sum bilførarar. Hetta sæst í, at tey kunnu feilmeta støðuna í ferðsluni. Hendan samansetingin at vera fúsur at taka kjansir í ferðsluni, samstundis sum mann hevur avmarkaðar royndir sum bilførari, kann vera ein álvarslig støða, har tað kann ganga galið. Tað vilja vit fyribyrjga við hesum átakinum.

Rúsdrekka alsamt ein hóttan

Fyrsti filmurin viðger evnið rúsdrekka í ferðsluni. Vit vita, at rúsdrekkakoyring framvegis er ein álvarslig hóttan móti ferðslutrygdini, og hoyra afturvendandi, at fólk verða tikin fyri at koyra ávirkað. Frá okkara grannalondum vita vit eisini, at rúsdrekka framvegis er ein heilt stórur trupulleiki, sum stendur fyri umleið 25% av teimum deyðu og álvarsliga skaddu í ferðsluni. At Ráðið minnir á rúsdrekkakoyring nú í juli er sjálvandi tí, í hesum døgum eru nógvar stevnur og festivalar um vikuskiftini.

Eisini verður ein ’mems’ kapping á facebooksíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, har luttakarar skulu seta sín egna tekst á myndir úr filminum. Tað ræður um at gera tann mest originala og hugvekjandi setningin, sum passar til eina mynd. Vinnarin fær ein iPad, sum drigið verður um hin 31. juli 2013.

Filmur liður í størri høpi

Endamálið við filmunum er liður í miðvísa arbeiðinum hjá Ráðnum at minka talið á ungum, ið doyggja ella fáa ávarsligan skaða í ferðsluni. Harumframt at skapa tryggar vanar í ferðsluni. Onnur átøk millum Ráðið og Tryggingarfelagið Føroyar er framleiðsla av undirvísingartilfari, sum í løtuni verður gjørt av inntøkunum fyri Guðrun&Guðrun-endurskinsvestarnar.

Hinir báðir filmarnir, ið fara at snúgva seg um bilbelti og gáloysni koma í heyst.


« Aftur