RFF minir føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring

07-07-2015

Hetta til ólavsøku minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd føroyingar á at byrgja fyri rúsdrekkakoyring. ‘Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ er rakstrarróp eins og undanfarnu árini. Hesaferð verður boðskapurin einamest at hoyra á útvarpsrásum og á internetinum. Fólk verða eggjað til at leggja uppí, um tey varnast, at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað.

Hetta til ólavsøku minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd føroyingar á at byrgja fyri rúsdrekkakoyring. ‘Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ er rakstrarróp eins og undanfarnu árini. Hesaferð verður boðskapurin einamest at hoyra á útvarpsrásum og á internetinum. Fólk verða eggjað til at leggja uppí, um tey varnast, at vinfólk, skyldfólk ella starvsfelagar ætla at koyra ávirkað.

 

Langt frá hugburði til atburð

Flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring. Kortini er tað eitt kent fyribrigdi. Tað kann vera langt frá hugburði til atferð. Nú mong hugna sær til festivalar og stevnur kring landið, kunnu koma støður, har fólk koyra ávirkað.

Í november 2014 svaraðu føroyingar í Gallupkanning upp á spurningin, ”Í hvønn mun hevði tú roynt at forðað tí, um tú sást ein, sum ætlaði sær at koyra bil, hóast hann/hon hevði drukkið rúsdrekka? (Og væntandi hevði ov høga promillu)”. 85% svaraðu, at tey heilt vist høvdu roynt at forðað tí. Hetta eru 3 % fleiri enn í 2013.

Spurd, hvussu ofta tey koyra við promillu hægri enn 0,2, svaraðu 95 % “ongantíð” í november 2014. Hetta er greið ábending um, at flestøll venda sær frá rúsdrekkakoyring.

 

Vís kærleika – legg uppí

Greitt er, at menn í størri mun enn kvinnur koyra við ov høgari promillu. Hetta verður í átakinum víst við mynd av einum, ið hevur tikið billyklarnar frá vinmanninum. Boðskapurin er, at tað er umsorgan at forða rúsdrekkakoyring – eingin vil sínum vini so illa, at hann koyrir ávirkaður.

 

Soleiðis leggja vit uppí

Kanningar vísa, at nógv tey flestu sótu saman við øðrum og drukku, áðrenn tey koyrdu ávirkað. Tað kann tó vera trupult at leggja uppí og steðga einum at seta seg við róðrið. Tí er skilagott at avtala ferðina heim, áðrenn farið verður á festival ella stevnu, so sleppast kann undan pínligum støðum. Átakið, ‘Vinir lova ikki vinum at koyra skít’ skal tí senda veitslugestir trygt heim. Við átakinum vil Ráðið fyri Ferðslutrygd tí:

  1. ávirka fólk, sum kundu umhugsað at koyrt, tá tey hava smakkað sær á
  2. minna vinfólk, familju og starvsfelagar á at leggja uppí, um onkur ætlar at koyra ávirkað/ur.
  3. gera vart við, at tað er umsorgan at leggja uppí

Løgreglan ger rúsdrekkakanningar, meðan átakið er.


« Aftur