Klipp í koyrikortið

Tú fært klipp í koyrikortið fyri álvarslig brot á ferðslulógina, sum tó ikki í sær sjálvum hava við sær frádøming av koyrirættindunum, men sum kunnu vera vandamikil fyri ferðsluna. Klippikortið er galdandi fyri øll motorrikin akfør, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl.

 

Tú fært klipp, um tú:

  • brýtur hámarksferðina fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira
  • brýtur hámarksferðina fyri tungt akfar við 16 km/t ella meira
  • koyrir framvið reyðum ljósi
  • koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar
  • koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar
  • broytir farleið og støðu, fer frá vegjaðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur í ferðsluni
  • vendir ella bakkar til vanda ella bága fyri onnur í ferðsluni
  • brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling
  • økir ferðina, tá tú verður yvirhálaður
  • koyrir vandamikla slalom koyring og vandamikla framvið koyring í tættari ferðslu
  • yvirhálar við gonguteig
  • syrgir ikki fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina
  • syrgir ikki fyri, at børn millum 8 – 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu
  • koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni hennara
  • koyrir í mótkoyrandi farbreyt ella fer um hindursstriku
  • brýtur ásetingar um víkiskyldu

Bert omanfyri nevndu brot, geva eitt klipp. 

Er eitt brot, sum er umfatað av klippikortsskipanini, framt í samband við eitt ferðsluóhapp, ella um brotið hevur sett onnur í vanda, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.

 

3 klipp innan fyri 3 ár

Fært tú 3 klipp innan fyri 3 ár, verður koyrikortið frádømt treytað. Tað merkir, at tú skal til eina eftiransandi koyriroynd og standa bæði eina teoriroynd og eina verkliga koyriroynd, fyri at varðveita koyrikortið.

Hevur tú fingið koyrikortið á fyrsta sinni fyri styttri enn 3 árum síðan, skalt tú serliga leggja til merkis, at reglurnar eru herdar fyri teg. Tá fært tú eitt koyriforboð longu aftaná 2 klipp innan fyri 3 ár.

Um eitt brot, sum førir til eitt klipp í koyrikortið, er framt í samband við eitt ferðsluóhapp, ella brotið hevur ført við sær vanda fyri onnur, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið. 

 

Einstøku evnini, sum tú kannst fáa klipp fyri:

 

Brot á ferðmarkið við ávikavist 21 km/t og 16km/t og meira

Tú fært eitt klipp, um tú við t.d. persónbili ella vørubili undir 3.500 kg heildarvekt koyrir 21 km/t omanfyri loyvda ferðmarkið. Støddin á bótini hongur saman við ferðini.

 

Tú skalt altíð laga ferð tína eftir umstøðunum. Tú skalt geva gætur eftir vega-, veður- og sýnisviðurskiftum, hvussu akfarið sjálvt er og hvussu tað er lastað og ferðsluviðurskiftunum yvirhøvur.

 

Í talvuni niðanfyri sært tú, hvussu ymisku brotini á ferðmarkið verða revsaði:

 

 

Lætt akfar

Tungt akfar

Revsing

Stig (klipp)

Treytað

Treytaleys

Stig (klipp)

Treytað

Treytaleys

Vanligt hægstamark fyri ferð1

+ 21 km/t

+ 31 km/t

+ 51 km/t

+ 16 km/t

+21 km/t

+ 41 km/t

Lægri ferðavmarking

+ 16 km/t

+ 21 km/t

+ 41 km/t

+ 16 km/t

+ 21 km/t

+ 41 km/t

1 50 ella 80 km/t ella hægri ferðavmarking. Tað er tó ongantíð loyvt førara av tungum akfari at koyra skjótari enn 70 km/t.

 

Koyrir framvið reyðum ljósi (§ 24, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp fyri at koyra framvið reyðum ljóssignali.

 

Koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar (§ 29a, stk. 3, 1. pkt.)

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi.

 

Í lógini er ikki ásett nakað fast mark fyri, hvussu stór fjarstøðan skal vera við ymiskari ferð. Lógin sigur, at fjarstøðan til framman fyri koyrandi skal vera so mikið stór, at vandi ikki er fyri ákoyring, um akfarið fyri framman steðgar ella minkar um ferðina. Tað hevur avgerandi týdning, hvussu tú metir um ferðina, eins og vega- og veðurviðurskiftini.

 

Ásetingin um at hava eina trygga fjarstøðu, er galdandi á øllum vegum. Tú fært tó ikki eitt klipp fyri t.d. at standa í einum bilaraði ella um ein annar bilur knappliga koyrir inn beint framman fyri teg. Klippikortið vendir sær meira móti ferðandi, sum við høgari ferð, leggja seg tætt aftanfyri ein frammanfyri koyrandi og harvið leggja trýst á viðkomandi. Politiið metir í hvørjum einstøkum føri um málini, undir hesum um koyringin førir við sær frádøming av koyrikortinum ella eitt klipp.

 

Politiið kann nýta videoupptøkur frá ómerktum politibilum, sum prógv í slíkum málum.

 

Halt fjarstøðu

Ein góður háttur at minna seg á hesa áseting er, at tað í minsta lagi skal vera ein fjarstøða svarandi til 2 sekund til frammanfyri koyrandi bilin, fyri at trygdarfjarstøðan er í lagi. Tvs. at tað skulu ganga í minsta lagi 2 sekund, frá tí at bilurin frammanfyri koyrir framvið einum føstum máli, t.d. einum ljóssteyra, til tú sjálvur koyrir framvið sama máli.

 

Tú skalt kunna klára at telja spakuliga til ”eitt sekund – tvey sekund” og tá eru tað gingin 2 sekund.

 

Koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar (§ 29a, stk. 4)

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir vinstrumegin gøtuhólmar, ferðsluvitar og skákateigar.

 

Tú skalt halda teg høgrumegin gøtuhólmar, ferðsluvitar, skákateigar og tílíkt, ið er á akbreytini. Tú kannst tó koyra vinstrumegin við, um tað er tilskilað við merking ella um vegurin er einvegis.

 

Broytir farleið og støðu v.m. (§ 29b, stk. 2 og § 29d, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp, um tú broytir farleið og støðu til vanda og óneyðugan bága fyri onnur.

 

Tú skal tryggja tær, at tín atgerð kann henda uttan vanda ella óneyðugan bága fyri onnur, tá tú:

 

  • sneiðir á krossvegi
  • fer avstað frá vegjaðara
  • skiftir um farbreyt
  • ella á annan hátt flytur akfarið til viks
  • steðgar ella minkar um ferðina

 

Tú skal tryggja tær, at tín atgerð kann henda uttan vanda ella bága fyri onnur, tá tú vendir ella bakkar.

 

Brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling (§ 31a, stk. 1-3 og § 31c)

Tú fært eitt klipp, um tú brýtur ásetingarnar um yvirháling.

 

Um tú ætlar at yvirhála, skalt tú tryggja tær,

 

  • at tað kann henda vandaleyst
  • at farbreytin, har sum farið skal vera framum, á ivaleysa longum teini, er frí fyri ferðslu ímóti
  • at tann, ið koyrir frammanfyri, ikki gevur tekin til yvirháling
  • at akfør, ið koma aftanífrá, ikki eru byrja at yvirhála
  • at tað eftir, at yvirhálingin er framd, uttan iva er møguligt, aftur at koma inn í ferðslustreymin uttan ampa

 

Yvirháling fer fram vinstrumegin. Tó skal verða yvirhála høgrumegin, um akfør sneiða til vinstru ella týðuliga fyrireika sneiðing til vinstru.

 

Økir ferðina, tá tú verður yvirhálaður (§ 31b, stk. 1)

Tú fært eitt klipp, um tú økir ferðina, tá tú verður yvirhálaður.

 

Um tú varnast, at akfar, ið kemur aftanífrá, ætlar at yvirhála vinstrumegin, skalt tú fara so langt til høgru sum møguligt og mást ikki seta meiri ferð á.

 

Koyrir vandamikla slalom koyring og framvið koyring í tættari ferðslu (§31d, stk. 1)

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir slalom koyring ella vandamikla framvið koyring í tættari ferðslu.

 

Er ferðslan tøtt og koyrir í fleiri røðum, soleiðis at ferðin verður avgjørd av teimum, ið undan koyra, mást tú ikki skifta farbreyt, uttan so er at tú skalt

 

  • sneiða á krossvegi
  • sneiða av akbreytini uttan fyri krossveg
  • sneiða av á avkoyringarbreyt
  • sneiða inn á vegin frá tilkoyringarbreyt
  • steðga ella parkera

 

ella um

 

  • talið av farbreytum minkar, tvs. farbreytirnar flætta saman.

 

Yvirhálar við gonguteig (§ 31e)

Tú fært eitt klipp, um tú yvirhálar við gonguteig.

 

Tá tú nærkast einum gonguteigi, mást tú ikki yvirhála ella koyra framvið annað akfar, um so er, at hetta akfar forðar fyri fullum útsýni yvir gonguteigin.

 

Syrgir ikki fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina (§ 42, stk. 6)

Tú fært eitt klipp, um tú sum førari ikki syrgir fyri, at ferðandi í bilinum undir 15 ár, eru spent í kravdu trygdarútgerðina í bilinum.

 

Tað er ábyrgd førarans, at børn undir 15 ár eru rætt spent føst í bilinum. Børn sum eru fylt 3 ár, men enn ikki 7 ár, kunnu í staðin nýta barnastól. Saman við trygdarbeltinum kann selakoddi nýtast.

 

Tú fært eit klipp:

  • um tú hevur ein ella fleiri ferðandi undir 15 ár, sum ikki eru spent í trygdarbelti

 

Í bilum uttan belti ella aðra serliga tillagaða útgerð á baksetrinum:

  • um tú koyrir børn undir 3 ár í einum bili uttan selar belti ella aðra serliga tillagaða útgerð á baksetrinum, fært tú ikki eitt klipp fyri hetta.

 

Serásetingar fyri hýruvognar

Í einum hýruvogni er tað ábyrgd førarans, at ferðandi í bilinum undir 15 ár eru spent í trygdarbelti. Men tað er ikki krav um, at børn undir 3 ár eru spent føst í serliga tillagaða útgerð, uttan so er, at hetta er til staðar í hýruvogninum.

 

Serásetingar fyri bussar

Bussførari í bili / bussi, sum er góðkendur til 10 persónar ella fleiri, førarin íroknaður, fær ikki eitt klipp ella bót, um ferðandi undir 15 ár í bilinum / bussinum ikki eru spent føst, treytað av, at førarin hevur kunnað ferðafólkini um, at tey skulu nýta belti. Kunningarskyldan kann verða fylgd við 3 ymiskum møguleikum:

1.Bussurin er útgjørdur við serligum piktogrammi, ið upplýsir um beltaskylduna.

2.Førarin sigur tað við ferðafólkini.

3.Skyldan verður víst á sjónvarpsskíggja í bussinum.

 

Syrgir ikki fyri, at ferðafólk millum 8 – 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu (§ 42a, stk. 2)

Tú fært eitt klipp, um tú sum førari á motorsúkklu, ikki syrgir fyri, at ferðafólk millum 8 og 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu ella í síðuvogni.

 

Tað er ábyrgd førarans, at syrgja fyri, at børn og ung millum 8 og 15 ár, nýta fastspentan fallhjálm, meðan koyrt verður á motorsúkklu ella í síðuvogni til motorsúkklu.

 

Koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni (§ 43, stk. 4, 2. pkt.)

Tú fært eitt klipp, um tú sum førari á motorsúkklu, koyrir við børnum, sum ikki eru fylt 8 ár, á motorsúkklu ella í síðuvogni til motorsúkklu.

 

Tað er ábyrgd førarans, at syrgja fyri, at børn, sum ikki eru fylt 8 ár, ikki mugu vera sum ferðafólk á motorsúkklu ella í síðuvogni til motorsúkklu.

 

Koyrir í mótkoyrandi farbreyt (§ 24, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir móti ferðslurætninginum. T.d. um tú koyrir í skeivari síðu av vegnum ella í mótkoyrandi farbreyt.

 

Fer um hindrunarstriku undir yvirháling (§ 24, stk. 1 og 2)

Tú fært eitt klipp, um tú fert um hindrunarstriku undir yvirháling. Bót:

 

Tú skalt gera, sum merkingin á akbreytini fyriskrivar. Hindrunarstrika merkir, at tú ikki má fara um hindrunarstriku ella krossa ”adskillelsen” millum farbreytir, heldur ikki tá vent verður, sneiðing á krossvegi, koyring inn á ein eigindóm ella líknandi.

 

Er tað neyðugt at fara um hindrunarstriku, t.d. orsakað av vegarbeiði ella steðgaðum ella parkeraðum bili, kannst tú tó við varsemi, fara um hindrunarstriku.

 

Brýtur ásetingar um víkiskyldu (§ 32, stk. 2 – 4 og 6)

Tú fært eitt klipp, um tú brýtur ásetingarnar um víkiskyldu.

 

Hesi sløg av víkiskyldu eru: Treytaleys víkiskylda, høgravíkiskylda og vanlig víkiskylda.

 

Treytaleys víkiskylda

Tú hevur treytaleysa víkiskyldu – tvs. at tú skalt halda av fyri ferðslu frá báðum síðum – við:

 

  • STOP-skelti / steðgilinju. Tú skalt steðga heilt á, áðrenn tú koyrir víðari
  • Trýkantskelti (hávatenn-skelti)
  • Hávatenn (víkilinju)
  • Koyring inn í rundkoyring
  • Tá koyrt verður út frá parkeringsøki, eigindómi ella grundøki, bensinstøð ella øðrum líknandi øki uttan fyri veg, frá gøtu, gonguvegi, dyrkivegi ella líknandi og fyri alla útkoyring frá vegi, sum fer um gongubreyt, súkklubreyt ella síðuøksl, sum er hækkað í mun til akbreytina á tí vegi, sum koyrt verður inn á.

 

Vanliga eigur tú ikki at vera í iva um, at tú skalt halda av fyri ferðslu frá báðum síðum.

 

Bilførarar hava harumframt víkiskyldu fyri súkklum og prutlum og mótkoyrandi ferðslu í sambandi við høgra- og vinstrasving.

 

Høgravíkiskylda

Høgravíkiskylda er eyðkend av, at tað hvørki eru skelti ella merking á vegnum. Høgravíkiskylda merkir, at tú skalt halda av fyri ferðslu, sum kemur frá høgru.

 

Vanlig víkiskylda

Her á landi, hava vit harumframt eina triðju víkiskyldu, nevnliga vanlig víkiskylda, har tann, ið kemur frá vegi við lítlari ferðslu, fer inn á ella tvørtur um veg, sum eyðsæð er meira týðandi, so skal tann, sum kemur frá tí minna vegnum, í góðari tíð minka um ferðina og í hóskandi mun sleppa ferðsluni á tí størra vegnum fram.

Les eisini