Útgerð til barnakonur

Barnakonur spyrja viðhvørt, um trygdarbeltið kann vera vandamikið fyri fostrið í samanstoyti. Eisini verður stundum nevnt, at trygdarbeltið kleimir um búkin og bløðruna. Tað kann ikki útilokast, at eitt fostur kann fáa mein av trygdarbeltinum í samanstoyti, men vandin fyri bæði mammuna og barnið er enn størri, um trygdarbelti ikki verður brúkt. Brúka tí altíð trygdarbelti.

 

Serlig útgerð (graviditetsseli), sum hálar trygdarbeltið niður um búkin, fæst til barnakonur. Tað kenst uttan iva væl, men í samanstoyti megnar útgerðin ikki at halda beltinum, sum tí flytir seg til sína upprunastøðu og virknað. Hetta er í grundini bert gott, tí tú eigur ikki at broyta góðkenda trygdarútgerð. Útgerðin er ikki bannað, men staðfestast má, at hon bert hevur virknað á komfort, men trygdin er óbroytt í mun til vanligt trygdarbelti.

 

Um so er, at útgerðin hevur ta ávirkan, at barnakonur velja at brúka trygdarbelti, kunnu tey sigast at hava trygdarøkjandi árin.