Hvat er ferðsla?

  1. Latið børnini tosa frítt um spurningin ”Hvat er ferðsla?” Skriva niður tað, sum børnini siga. Bólka svarini í t.d. hesar bólkar: Akfør, menniskju í ferðsluni, ferðsluumhvørvi, ljóð, førleikar, kenslur, trygdarútgerð og skelti.
  2. Gerið eina tekning ella samklipp (kollagu) um tað, tit hava umrøtt.
  3. Tosið um, hvat ferðsla hevur at týða fyri okkum. Tosið m.a. um fyrimunir og vansar við at koyra bil. Hvussu vilja vit, at ferðslan skal vera? Hjálp børnunum at vera ítøkilig og brúkið dømi úr nærumhvørvinum.

Túr við Alva og Riu

Meldurmynd

Teljið í ferðsluni

Ferðslulutir og ferðsluorð

Pikk við steðgilinju

Steðgidansur

Súkkluvenjing