Pikk við steðgilinju

Sig børnunum, at tit fara at spæla eitt spæl, har tit venja tykkum at steðga við kantsteinin. Tekna eina striku á spæliplássinum og brúkið hana til steðgilinju – sum súmbol um kantstein. Øll skulu steðga  á, t.v.s. standa púra still, áðrenn tey halda fram at renna. Gloyma børnini at steðga, verða tey ”yvirkoyrd” og mugu burtur úr spælinum.

 

Túr við Alva og Riu

Meldurmynd

Teljið í ferðsluni

Ferðslulutir og ferðsluorð

Hvat er ferðsla?

Steðgidansur

Súkkluvenjing