Djór í bili

Eins og fólk skulu djór tryggjast, tá tey eru í bili. Ein leysur hundur, sum vigar 20 kilo, verður sendur fram við eini megi samsvarandi 786 kilo, tá tú bráðsteðgar við 50 km/t. Tað kann kosta lív – bæði hjá hundi og ferðafólki.

Stórir hundar eiga at tryggjast í egnum flutningsbúri, sum stendur inn móti baksetrinum í viðførisrúminum. Stendur búrið á baksetrinum, skal tað festast væl.

Onnur djór í búri skulu eisini vera í viðførisrúminum, har tey skulu setast so langt inn móti baksetrinum, sum til ber. Nýt ikki búr, sum legst saman, tí tað er als ikki trygt í samanstoyti.

Lítlir hundar og onnur djór í lítlum búri kunnu setast á gólvið framman fyri eitt av setrunum.