Rúsevni og heilivágur

Rúsevni og summi sløg av heilivági ávirka førleikarnar at koyra bil og økja harvið um vandan fyri ferðsluvanlukkum.

Stimulerandi evni sum amfetamin og ecstasy gera, at tú gerst meira virkin og vágin, har tú t.d. tekur kjansir og metir skeivt. Sløvandi evni sum t.d. hash og heroin minka um uppmerksemið og reaktiónsevnini. Tað sama við sterkum nerva- og svøvnheilivági og morfin. Og tekur tú ymisk sløg av rúsevnum samstundis, ella blandar tú rúsevni ella heilivág við rúsdrekka, økist vandin fyri ferðsluvanlukkum enn meira.

Hvat um onkur ætlar at koyra undir ávirkan av rúsevnum?

  • Tosa tey frá at koyra.

  • Læn teimum pengar til taxa.

  • Melda tey til løgregluna, um tey kortini koyra. Tú kanst vera ónavngivin.

  • Far ongantíð við í bilin, um tey eru ávirkað.

Rúsevni ávirka ferðslutrygdina

Vandin fyri at gerast partur av ferðsluvanlukku veksur munandi, um tú hevur tikið rúsevni. Tað er ymiskt, hvussu rúsevnini ávirka likamið. Summi rúsevni gera okkum sløv, meðan onnur gera, at vit halda, at alt ber til.

Evni, ið ávirka tilvitskuna, kunnu býtast í stimbrandi (stimulerandi) evni, doyvandi (sløvandi) evni umframt rúsevni, ið gera, at vit síggja fyri okkum.

Stimbrandi evni

Stimbrandi evni gera teg virknari, tú kennir ikki møði og gerst meira vágin, tú tekur kjansir og metir skeivt, sum hevur við sær størri vanda fyri ferðsluvanlukkum. Dømi um stimbrandi evni eru:

  • Amfetamin (speed)
  • Kokain
  • Ecstasy og ymisk sløg av syntetiskt framleiddum rúsevnum, sonevnd ’designerdrugs’. Nøkur av hesum kunnu hava við sær hvørvisjónir (at tú sært fyri tær).

Doyvandi evni

Doyvandi evni hava við sær viknað uppmerksemi og versnað samskipanarevni og evni at reagera, sum so aftur hevur við sær størri vanda fyri ferðsluvanlukkum. Dømi um hesi eru:

  • Kannabis (hassj, marijuana, pott)
  • Heroin, morfin, metadon (opiodir)
  • Annar sterkur pínudoyvandi heilivágur
  • Sovi- og nervaheilivágur (benzodiazepinir so sum stesolid)
  • GHB (fantasy)

Evni, ið geva hvørvisjónir

Evni, ið geva okkum hvørvisjónir, tað vil siga eina skeiva fatan av veruleikanum, økja um vandan fyri ferðsluvanlukkum. Dømi um evni, ið geva hvørvisjónir eru:

  • LSD
  • Ávís ’designerdrugs’
  • Ávísir soppar og kaktus

Kelda: Sikker Trafik

Reglur fyri rúsevni í ferðsluni

Tað er ikki loyvt at hava dusandi (euforiserandi) evni í blóðinum, sum merkir, at tú ikki kanst koyra bil, um blóðið hjá tær inniheldur rúsevni, sum eru flokkað sum vandamikil fyri ferðslutrygdina.

Hámark

Ásett er eitt hámark (nullmark) fyri hvørt einstakt evni. Hámarkið verður brúkt, tá blóðroyndir verða greinaðar í sambandi við rættarmál. Er innihaldið av virknum evni í blóðinum undir hámarkið, er royndin negativ. Er innihaldið hægri enn hámarkið, er royndin positiv, og tú hevur brotið hámarkið. Rúsevni, sum hámarkið fevnir um:

  • Amfetamin (speed)
  • Kokain
  • Kannabis (Hassj, marijuana, pott)
  • LSD
  • Ecstasy
  • Heroin
  • Soppar, sum innihalda psilocin og psilocybin
  • Khat
  • Poppers (amylnitrit)
  • GHP (fantasy)
  • Morfin
  • Metadon
  • Benzodiazepiner

Hvussu leingi kann hassj verða ávíst í blóðinum?

Tað er innihaldið av virknum evnum í blóðinum, THC, sum verður mált, tá ávísast skal, um ein bilførari er farin um hámarkið í mun til hassj/kannabis. THC kann ávísast í nógvar tímar ella dagar, eftir at tú hevur tikið tað – hvussu nógv valdast um, hvussu tú hevur tikið tað og nøgdina.

Óvirkna niðurbrótingarevnið av kannabis eitur THC-sýra. THC-sýra kann verða ávíst í eini landroynd heilt upp í fleiri vikur, eftir at tú tókst kannabis. Mátingin av THC-sýru í landinum verður tó ikki brúkt sum prógv at vísa á, at farið er um hámarkið.

Heilivágur

Ávís sløg av heilivági hava í sær dusandi (euforiserandi) evni. Pínudoyvandi heilivágur kann eitt nú hava morfin í sær, og nerva- og svøvnheilivágur kann innihalda benzodiazepinir. Tekur tú slíkan heilivág, kanst tú bara koyra bil, um tú heldur teg til ávísingar frá læknanum í mun til bilkoyring. Læknin kann eitt nú viðmæla, at tú bara koyrir bil eitt ávíst tíðarskeið ella eitt ávíst tímatal, eftir at tú hevur tikið heilivágin.

Fylgir tú ikki tilráðingunum frá læknanum, og tú t.d. tekur meira heilivág enn ávíst, ella um tú koyrir bil, hóast læknin hevur frámælt hesum, so kanst tú skuldsetast fyri at fara um hámarkið. Koyrir tú bil eftir at hava tikið heilivág við dusandi (euforiserandi) evnum, og læknin ikki hevur ávíst heilivágin, verður tú skuldsett/ur fyri at fara um hámarkið.

Les meira um heilivág og ferðslu.

Kelda: Sikker Trafik

Kanning

Løgreglan kann kanna, um tú hevur nýtt rúsevni annaðhvørt við at kanna eyguni ella við at taka eina roynd av spýtti.

Roynd av eygnarørslum

Tá tú tekur rúsevni, reagerar eygað øðrvísi enn vant. Summi sløg av rúsevnum fáa eygnasteinin at minka. Onnur sløg gera hann størri. Uppaftur onnur gera, at eygað reagerar seint upp á ljós, og nøkur sløg gera, at tú fært reikandi eygnarørslur. Mong sløg av rúsevnum geva fleiri av hesum eyðkennum samstundis.

Ein einføld roynd av eygunum gevur løgregluni eina greiða ábending um, hvat tú hevur tikið:

  • Støddin á eygnasteininum verður kannað við pupillumetri
  • Lýst verður í eygað fyri at síggja reaktiónina
  • Tú verður biðin um at fylgja einum penni ella fingri við eygunum, sum verður fluttur aftur og fram.

Løgreglan hevur altíð heimild til at fáa teg at gera hesa roynd, eins og teir kunnu krevja, at tú blæsur í alkometrið. Bendir royndin á, at hevur tikið rúsevni, verður blóðroynd tikin hjá lækna. Innihaldið í blóðroyndini verður brúkt sum próvførsla.

Roynd av spýtti ella sveitta

Løgreglan kann eisini brúka eina sonevnda roynd av sveitta ella spýtti. Royndin reagerar, um tað eru spor av heroini, morfini, amfetamini, ecstasy, kokaini og so framvegis. Er nakað at finna, verður blóðroynd tikin hjá lækna. Innihaldið í blóðroyndini veður brúkt sum próvførsla.

Revsing fyri rúsevniskoyring

Revsingin er tengd at, hvussu ofta tú hevur gjørt misbrotið, og hvussu nógv tú hevur tikið.

1. ferð verður koyrikortið tikið treytaleyst í 3 ár, umframt at bót verður givin alt eftir, um læknakanning vísir, at tú hevur tikið í minna ella meira lagi.

2. ferð er treytaleysa frádømingin 5 ár.

3. ferð verður koyrikortið tikið treytaleyst í 10 ár.

Keldur: løgreglan í Føroyum

Heilivágur og ferðsla

Tekur tú heilivág, ið er merktur við reyðum ávaringartríkanti, kann tað vera bæði vandamikið og ólógligt at koyra bil.

+ Hvat kanst/eigur tú at gera?

  • Fært tú sterkan pínudoyvandi heilivág ella nerva- ella svøvnheilivág (benzodiazepinir), skalt tú ikki koyra bil. Læknin sigur, hvussu leingi so er.
  • Les altíð kunningarseðilin. Hann greiðir frá hjáárinum, og hvussu heilivágurin virkar saman við øðrum heilivági ella rúsdrekka.
  • Gev gætur, hvussu tú reagerar upp á heilivágin. Nívur møðin, so lat bilin standa.
  • Far ikki og blanda rúsdrekka við heilivági, ið er vandamikil í ferðsluni. Bara eitt einstakt glas av øli ella víni økir munandi um doyvandi virknaðin.
  • Tað er munur á, hvussu vit reagera á heilivágin. Eisini er stórur munur, hvussu leingi heilivágurin virkar. Onkur heilivágur er skjótur úr likaminum, meðan annar virkar í fleiri dagar. Doyvandi virknaðurin veldst um ta nøgd, tú tekur, og hevur ofta sterkast virknað í byrjanini av viðgerðini.
  • Ivast tú, spyr læknan ella apotekið.

+ Heilivágur, sum er vandamikil í ferðsluni

Heilivágur, sum er vandamikil í ferðsluni, er ofta, men ikki altíð, merktur við einum reyðum ávaringartríkanti.

+ Heilivágur, merktur við reyðum ávaringartríkanti

  • Sissandi og angistdoyvandi nerva- ella soviheilivágur (benzodiazepinir)
  • Koyri- og sjóverksheilivágur
  • Heilivágur móti vamli og ovurviðkvæmi
  • Ávís pínudoyvandi evni og hostiheilivvágur
  • Ávís vøddalinnandi evni
  • Evni móti epilepsi og migrenu
  • Stimbrandi evni sum amfetamin
  • Øll evni, sum innihalda meiri enn 10% av alkoholi

+ Heilivágur uttan reyðan ávaringartríkant, sum kortini kann vera vandamikil í ferðsluni

  • Heilivágur móti tunglyndi ella ávísum sálarsjúkum
  • Heilivágur móti hoyfepri, ovurviðkvæmi, sonevnd antihistamin

Reglur fyri heilivág í ferðsluni

Sterkur, pínudoyvandi heilivágur og benzodiazepinir

Tekur tú sterkan, pínudoyvandi heilivág ella nerva- ella svøvnheilivág (benzodiazepinir), er vandin 2-3 ferðir so stórur fyri, at tú ert fyri ferðsluóhappi. Ert tú í viðgerð við slíkum heilivági, samsvarar tað við eina promillu millum 0,6 og 1,2.

Nógvar avmarkingar eru viðvíkjandi koyring, um tú fært sterkan pínudoyvandi heilivág ella benzodiazepinir. Fylg ávísingunum frá læknanum.

Annar heilivágur

Tekur tú annan heilivág, sum kann vera vandamikil í ferðsluni, og tú tekur heilivágin sambært leiðbeining frá lækna, kanst tú gott koyra bil. Treytin er sjálvsagt, at tú fært koyrt á tryggan hátt. Ávirkar heilivágurin koyriførleikarnar, letur tú bilin standa.

Ivast tú, so spyr læknan ella á apotekinum.

At koyra trygt

Ert tú so troytt/ur, sjúk/ur ella ávirkað/ur, at tað ávirkar koyringina, eigur tú ikki at koyra bil. Hetta er eisini galdandi, hóast tú tekur heilivág sambært resept.

Hevur løgreglan illgruna um, at tú ikki koyrir ordiligt, kanst tú verða kannað/ur hjá lækna. Niðurstøðan hjá læknanum kann vera, at tú:

  • ikki ert ávirkað/ur

  • ert ávirkað/ur í lítlan mun

  • ert ávirkað/ur í miðal mun

  • ert ávirkað/ur í stóran mun

  • ert rúsað/ur

Les um møði í ferðsluni.