Ross í ferðsluni

Viðhvørt er neyðugt hjá reiðfólki at ríða í vegjaðaranum. Tíbetur er sjáldsamt, at óhapp henda við rossum í ferðsluni. Men hvussu skulu vit bera okkum at í mun til ross í ferðsluni?

Tað er ikki til at siga, hvussu rossið reagerar, um tað hvøkkur við. Fer tað at renna, sparka, ella loypir tað til síðuna? Vandastøður kunnu fyribyrgjast: Koyr varliga og gev rossinum pláss. So standast vanliga ikki trupulleikar.

Brádlig ljóð ræða rossið

Tú mást endiliga ikki floyta ella spita, tá tú koyrir fram við rossum. Tey ræðast ikki bilar, men kunnu gerast bangin, um okkurt loypur kløkk á tey, t.d. um ein plastikkposi brádliga fer á flog.

Á rossabaki í ferðsluni

Tá tú ríður, eru ymisk viðurskifti at hava í huga, so tú og rossið kunnu ferðast trygt í ferðsluni.

  • Tú mást ikki ríða á gongubreytum ella súkklubreytum. Ríð í høgru síðu á vegnum.

  • Minst til ríðihjálm.

  • Ríð ein og ein í høgru síðu á vegnum, um tit eru fleiri, sum ríða saman.

  • Ríð ongantíð við leysum teymum.

  • Gev tekin í góðari tíð, so onnur í ferðsluni eru fyrireikað á tað, tú gert.

  • Far altíð tvørtur um vegin, har tú hevur gott yvirlit.

  • Ríður tú í myrkri, skalt tú hava eina lykt á vinstra beini. Lyktin skal lýsa hvítt frameftir og reytt aftureftir, og hon skal síggjast úr 150 m fjarstøðu. Rossið skal hava endurskinsbond um øll fýra beinini, og tey skulu vera minst 5 cm breið.

  • Ríður tú fram við fólki, sum eru til gongu, skal rossið ganga.

  • Um eitt fólk á súkklu ætlar at súkkla framvið, skal rossið ganga.

  • Ikki er loyvt at ríða, um promillan er hægri enn 0,2.

Tá tú skalt fram við einum rossi

Soleiðis eigur tú at bera teg at, um tú skalt koyra ella súkkla fram við einum rossi:

Í bili

  • Set ferðina niður og koyr framvið við góðari fjarstøðu.

  • Sleppur tú ikki framvið, halt fjarstøðu til rossið til tú sleppur framvið.

  • Ross verða ofta bangin fyri óvanligum ljóðum og lutum, tey ikki kenna. Koyrir tú við eini last, sum skramblar ella flákrar, skalt tú vera serliga ansin.

  • Stendur tú í stað og letur rossið fara framvið, so bíða við at spita, til rossið er nakað burturfrá.

  • Blenda ljósið niður, tá tú møtir einum rossi í myrkri.

Á súkklu

  • Súkklan er at kalla ljóðleys. Tí varnast ross og reiðfólk ikki súkkluna, fyrr enn hon er heilt tætt við. Tað kann fáa rossið at hvøkka og ræðast. Tryggja tær, at ross og reiðfólk vita, at tú nærkast. Rópa á reiðfólkið ella brúka ringiklokkuna.

  • Halt fjarstøðu, tá tú koyrir framvið.

  • Gev tær far um, um reiðfólkið gevur tær tekin um t.d. at seta ferðina niður ella møguliga steðga.