Eldri bilførarar

Eldri fólk duga betur at koyra, enn tey bera orð fyri.

Tey hava drúgvari royndir og eru ofta varnari í ferðsluni. Tey verða sjáldan tikin fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra ov skjótt. Og ofta laga tey koyringina eftir egnum førleikum við t.d. at sleppa sær undan at koyra í tættari ferðslu, myrkri, vánaligum veðri og við sum heild at koyra minni.

Tá vit eldast, vikna vit og gerast lættari sjúk. Tað kann ávirka koyringina.

Avbjóðingarnar hjá teimum eldru kunnu vera:

  • Long reaktiónstíð

  • Duga illa at meta um ferð og frástøðu

  • Viknað sjón og hoyrn

  • Minni liðileiki

  • Verri minni, serliga stutttíðarminni

Eldri fólk eru eisini viðbreknari og tískil í størri vanda fyri at fáa mein í ferðsluóhappi. Tí mugu vit vísa atlit til eldri fólki í ferðsluni.

Vanlukkur hjá eldri

Kanningar í grannalondum vísa, at eldri bilførarar sum heild eru lóglýdnari enn teir yngru, so hóast fleiri eldri bilførarar helst verða í framtíðini, er eingin orsøk at síggja fyri sær eina ræðumynd við fleiri ferðsluvanlukkum fyri tað.

Kanningar vísa eisini, at orsakirnar til vanlukkur hjá eldri ofta eru tær somu:

  • Vanlukkur í krossvegum ella við skeivari staðseting í farbreyt

  • Tey bróta víki- ella steðgiskyldu

  • Tey mismeta ferð ella frástøðu

  • Tey hyggja ikki nóg væl fyri sær

  • Tey reagera ov seint

  • Vantandi vit, ella at viðkomandi er vorðin kropsliga ella sálarliga illa fyri.

Eldri fólk fáa harumframt ofta álvarsligari mein, tá tey eru í ferðsluvanlukku, tí tey eru viðbreknari.

Endurnýggja koyrikortið

Sjónin og hoyrnin vikna við árunum, og reaktiónstíðin versnar. Frá tí degi tú fyllir 70 ár, mást tú tí endurnýggja koyrikortið við jøvnum millumbilum. Umsókn skal latast Akstovuni saman við nýggjari mynd av tær. Tað kostar 150 krónur.

Nýggja koyrikortið er galdandi í fimm ár. Hareftir skal tað endurnýggjast við læknaváttan, og er tá galdandi í tvey ár í senn, til tú fyllir 80 ár. Hareftir er tað galdandi í eitt ár í senn. 

Les meira um hetta á heimasíðuni hjá Akstovuni

Nær skalt tú gevast at koyra bil?

Tey flestu duga sjálv at meta um, nær tey burdu steðgað at koyrt bil. Men tað finst ein lítil – og vandamikil –bólkur av eldri, sum ikki skilja ella góðtaka, at koyriførleikarnir ikki eru nøktandi, og at tað tí ikki er ráðiligt hjá teimum at koyra bil longur.

Sjúkur sum t.d. demens, Parkinson, sukursjúka og gikt kunnu ávirka. Ein diagnosa er tó ikki nóg gott grundarlag til at siga, um tú kanst koyra bil, men tað kann geva ábending um, at koyriførleikarnir skulu kannast. Tekur tú heilivág, sum er merktur við reyðum ávaringartríkanti, mást tú ikki koyra bil.

Hava fólk rundan um teg ampa av, hvussu tú koyrir bil, eigur tú at taka tað í álvara, tí tey vísa í grundini bara umsorgan fyri tær. Í stuttum kann sigast, at tú eigur at gevast, um lækni ella løgregla meta tað; um familjan biður teg um tað; ella um onnur ikki tora at koyra við tær.

Ert tú stúrin um koyriførleikarnar hjá einum av tínum avvarðandi? Ætlar tú at tosa við tey um tað? Her eru nøkur ávaringartekin, tú kanst taka støði í:

  • Eru tey ótrygg, tá tey koyra bil?

  • Øsa tey seg lættliga um aðrar bilførarar?

  • Eru skøvur og merki á bili, hegni, bilhúsi o.l.?

  • Hava tey ilt við at kunna seg í kendum øki?

  • Hava tey trupulleikar við at lesa skelti og annað?

  • Duga tey illa at plasera seg í røttu farbreyt?

  • Eru tey av og á í vandastøðum í ferðsluni?

  • Hava tey verið í ferðsluóhappi ella fingið bøtur fyri mistøk í ferðsluni?

Torføra samrøðan

Tá tú at tosar við avvarðandi um versnaðu førleikarnar at koyra bil, kanst tú vænta, at tey gerast kedd ella óð. Møguliga vita tey, at tú hevur grein í tínum máli, men tankin um avmarkingar í frælsinum, sum ein bilur gevur, er ræðandi. Hóast samrøðan ikki fær avleiðingar beinanvegin, kann tað vera, at tey umhugsa støðuna og seinni fylgja ráðunum.

Hvat skal man siga?

Samrøðan kann eitt nú snúgva seg um, at hvat hendir, um viðkomandi ikki longur kann koyra bil. Sig, at tú óttast fyri, at okkurt hendir teimum í ferðsluni, ella tey gerast orsøk til, at onnur fáa mein. Vís á, at tú ert bangin, tá tú ert í bilinum, og tosa kanska um annan máta at koma aftur og fram enn í egnum bili.

Ger hetta ongan mun, kanst tú eisini tosa við læknan hjá viðkomandi. Læknin kann ikki tosa við teg um heilsustøðuna hjá viðkomandi, men tú kanst gera læknan varugan við støðuna og óttan, tú hevur. Læknin kann geva koyriforboð, um heilsustøðan ger, at viðkomandi ikki kunnu koyra bil. Metir læknin, at viðkomandi ikki fer at akta boðini, boðar hann myndugleikunum frá.