Seyður á vegnum

Tú koyrir 80 km/t og heldur teg hava yvirlit yvir støðuna, og brádliga loypur ein seyður inn á vegin. Tú megnar akkurát at koma framvið uttan at gera skaða á teg ella onnur. Kennir tú teg aftur?

Ikki skerst burtur, at bæði seyður og stórdýr eru atvoldin til ferðsluvanlukkur, og tað vísa eisini hagtøl hjá løgregluni og tryggingarfeløgum. Mong halda seyðin vera størsta vandan í føroysku ferðslutrygdini. Tó er higartil eingin deyðsvanlukka skrásett at vera orsakað av dýrum. Hetta er tó við fyrivarni, tí orsakirnir til óhapp kunnu sjalvsagt vera fleiri, og í føroyskum ferðsluhagtølum er tíverri ikki altíð skrásett ella staðfest, hvørjar orsakirnar til ferðsluvanlukkur vóru. Harumframt hava vit sokallaðu einaóhappini, har eingin veit, hvat hendi í vanlukkuni, tí eingi vitni eru, og bilførarin er deyður.

Koyrir tú eftir umstøðunum, kanst tú minka um vandan at renna á seyð. Men trupulleikin er, at sama hvussu varin tú ert, so er ógjørligt at vara seg fyri, at seyður brádliga loypur út fyri bilin. Í mjørka, myrkri og hálku hevur tú ongan møguleika at fyrbyrgja at renna á seyð og onnur kríatúr.

Í 2009 gjørdi Landsverk eitt djúptøkið arbeiði, har drúgv orka varð løgd í at greina og loysa málið, hvussu farast skuldi fram við at hegna vegir av og áseta, hvør hevði ábyrgd av hesum. Høvuðsvegakervið er heili 150 km. Við seyðasmogum og hegni metti Landsverk kostnaðin fyri at seta upp hegn og smogur við høvuðsvegirnar til 30 mió. kr. Harumframt kemur viðlíkahaldið av hegni.

Tíverri eydnaðist ikki at koma til eina loysn, sum vegamyndugleikin og bóndur kundu semjast um.

At geva seyði við vegirnar

Nógvastaðni er tað vanlig sjón at síggja fólk geva seyði við landsvegirnar. Seyðurin kennir væl bilarnar hjá teimum, sum mata, og kemur hann tá tvísporandi úr øllum ættum. Og ofta síggjast bøndur spræna tøð fram við vegnum, sum hevur við sær, at nógvur seyður er við vegin har á leiðini, tá ið gróðurin kemur.

Eigarar, sum helst vilja geva seyði sínum beinleiðis úr bilinum, ala við hesum óhepna framferðarhátti sín seyð inn í ferðsluna, sum er stak óheppið fyri ferðslutrygdina.

Hvat kanst tú gera?

Sum bilførari kanst tú koyra eftir umstøðunum. Har tú veitst, at kríatúr ganga leys, kanst tú alla tíðina hyggja eftir vegnum og økinum fram við vegnum. Ver til reiðar at bremsa. Ver serliga varin, tá tú koyrir í lembingini: Standa ær og smálamb hvør sínu megin vegin, og tú kemur koyrandi, grettir næstan ikki, at lambið spelar tvørtur um til ærina.

Í myrkri og mjørka er ilt at vara seg, men tú mást sum minsta mark hugsa um ferðina og halda hámarksferðina. 

RFF um seyð á vegnum

Vit halda eisini, at tá vit hava eina hámarksferð á 80 km/t, so samsvarar tað illa við, at seyður gongur á vegnum. Vit eiga ikki at bíða, til ein álvarslig vanlukka hendir.

  • Vit halda, at vegamyndugleikin og Búnaðarstovan finna eina dygdargóða loysn í felag, og at stikað verður fram við vegunum, og seyðasmogur verða gjørdar, so at ferðsla og kríatúr verða skild hvørt frá øðrum.

  • Samstundis má loysn finnast fyri ábyrgd fyri viðlíkahaldi av stiki og seyðasmogum.

So leingi hetta ikki er komið í lag, kunnu vit minka um vandan við:

  • At seta ávaringarskelti um seyð upp við vegjaðaran, har seyðahús og seyðasmogur eru.

  • At seyður, neyt og ross fáa endurskin um beinini.

  • At hoyggj og kraftfóður ikki verður givið fram við vegnum.

  • At tæðað ikki verður fram við vegnum.