Súkkluhjálmur

Tú fært illa vart teg á súkklu, og samanborið við onnur í ferðsluni er vandin fyri at fáa skaða sera stórur. Hjálmur er neyðugur, tí skaðar í høvdið eru millum álvarsamastu skaðarnar í súkkluóhappum.

Brúka hjálm

Hvørt ár fáa nógv fólk læknaviðgerð í sambandi við súkkluóhapp. Oftast er talan um smærri snuddir, men ringastu skaðarnir hava ofta við sær varandi mein í høvd og nakka. Sjálvt smáir stoytir kunnu gera, so tú fært varandi mein so sum høvuðpínu, ørilsi, ljósviðkvæmi og trupulleikar at hugsavna seg.

Annarhvør súkklari, sum endaði á skaðastovuni í Danmark í 2010, hevði heila- ella skallaskaða. Umleið helvtin hevði sloppið undan løsti, brúktu tey hjálm. 

(Kelda: Statens Institut for FolkesundhedRådet for Sikker Trafik)

Hjálmurin forðar ikki fyri, at óhappið hendir, men hann verjir høvdið, so skaðin ikki verður so stórur.  

Soleiðis virkar hjálmurin

Hjálmurin doyvir stoytin, so slagið móti høvdinum ikki verður so hart. Eisini javnar hann stoytin yvir ein størri flata, so løsturin ikki bara rakar høvdið í eitt punkt. Við hjálmi minkar vandin fyri løsti við 60-80%.

 

Góðkenning

Súkkluhjálmurin skal vera merktur við CE og hava europeiska góðkenningarmerkið EN 1078. Skateboard-hjálmur er eisini góðkendur til súkkling. Hann verjir eins væl og súkkluhjálmurin, men hevur ikki somu ventilasjónina.

Ein hjálmur, sum hevur fingið harðan stoyt, skal skiftast út, tí hann er ikki nóg tryggur longur. Eisini um einki sæst á honum.

 
 

Soleiðis brúkar tú hjálmin

Images_Tíðindi_Soleiðis spennir til hjalm.jpg
 

Skal hjálmurin verja, má hann hava røttu støddina og sita væl á høvdinum. Hann skal verja pannu, nakka og tinningar og sita fastur á høvdinum, so hann ikki flytur seg. Hjálp barninum at seta hjálmin rætt.

  • Hjálmurin skal ikki skráa, men sita vatnrættur.

  • Umleið tveir cm skulu vera millum eygnabrýr og framkantin.

  • Reimarnar skulu vera so strammar, at hjálmurin situr fastur, men tveir fingrar fáast ímillum.

  • Síðureimarnar skulu samlast við síðuspennunum beint undir oyralippunum og ikki við høkuna.

  • Børn skulu hava nýggjan hjálm, tá tann gamli er ov lítil.

  • Tað kann vera vandamikið at klintra ella spæla í súkkluhjálmi, tí hann kann blíva fastur.

 

Hjálmnýtsla

Ein donsk kanning vísir, at 87 % av børnum millum 6 og 9 ár brúka hjálm. Men talið lækkar niður í 65 %, tá børnini eru 10-12 ár. Í Norra sæst, at 75 % av børnum undir 12 ár brúka hjálm, meðan talið lækkar heilt niður í 36% hjá teim 12-17 ára gomlu.

Keldur: Trygg Trafikk og ‘Brug af cykelhjelm i bytrafik 2011’, Rådet for Sikker Trafik

Føroyar vóru partur av norðurlendskari kanning um ferðslu í 2010. Kanningin vísti, at 64 % av teimum, sum súkkla í Føroyum, ikki brúka hjálm, 21 % brúka hjálm av og á, og 15 % brúka altíð hjálm. Fyrivarni verður tikið við úrslitinum, tí 70 % av teimum spurdu súkklaðu ikki, og færri enn 5 % súkklaðu hvønn dag.

Orsakirnar vóru hesar:

  • Tey siga seg ongan hjálm eiga

  • Tey siga seg súkkla nóg varliga

  • Tey halda, at tað sær býtt út at súkkla í hjálmi

Kelda: Nordiska trafiksikkerhetsrådet, 2010