Til barnagarðar
Ferðslutrygd í og kring stovnin snýr seg um nógv ymisk viðurskifti samstundis. Tað kann t.d. snúgva seg um ferðsluna kring stovnin, leiðreglur á túri við børnunum og ferðsluvenjingar við børnunum.
Niðanfyri kanst tú lesa nærri um ymiskt, ið er viðkomandi fyri barnagarðar.
Foreldur eiga fremsta leiklutin
Foreldur hava ábyrgd av, at børnini gerast trygg í ferðsluni m.a. við at gera ferðsluvenjingar saman við teimum. Barnagarðurin kann stuðla undir við eisini at venja ferðsluatburð saman við børnunum.